Níggju nýggjar íbúgvar um mánaðin

Sunda kommuna upplivir stóran fólkavøkstur í løtuni

Ein kann valla siga annað, enn at fólk streyma til Sunda kommunu í løtuni. Við ársbyrjan 2015 vóru 1.645 íbúgvar í kommununi, men í dag eru tey 57 fleiri ella heili 3,5%, bara seinsta hálva árið. 

 

Einum parti av vøkstrinum syrgja íbúgvarnir sjálvir fyri. 16 børn eru fødd í kommununa fyrra hálvár í ár, sum er fleiri enn í alt fjør, tá 15 børn vóru fødd. 

 

Íbúgvatalið er í 1.702 fólk, sum er tað mesta nakrantíð. Gamla metið var frá sumri 2011, tá 1.685 fólk búðu í Sunda kommunu.

 

Síðani Sunda kommuna gjørdist veruleiki fyri 10 árum síðani, er fólkatalið í teimum seks gomlu kommununum voksið við næstan 10 prosentum.

 

- Í dag sæst úrslitið av einum miðvísum arbeiði seinastu 10 árini síðan at kommunurnar løgdu saman, har størsti denturin er lagdur á menning og trivnað millum okkara egnu borgarar. Nevnast kann, at eingin bíðilisti er til dagstovnapláss og eingin rindar fyri fleiri enn 2 børn á stovni í Sunda kommunu. Grundstykki eru tøk í øllum bygdum í kommununi, og í løtuni verður arbeitt við at leggja lunnar undir ein nýggja skúla í Sunda kommunu, skrivar Sunda kommuna sjálv á heimasíðu síni.