Njósnarafylgisveinur skal skjótast niður

Ein amerikanskur fylgisveinur fer at detta niður á Jørðina í næstum, men amerikanararnir ætla at skjóta hann niður

Sambært talsmanninum hjá amerikanska trygdarráðnum, Gordon Johndroe, er nógv av tí geiðslavirkna evninum hydrazin í fylgisveininum. Tað er vandamikið, og tí ætlar verjan at skjóta fylgisveinin niður, so hann ikki dettur niður í bygt øki.

 

Men tað er neyvan allur sannleikimn. BBC ceit at siga, at nógv sera loynilig útgerð er umborð á fylgisveininum, og at USA fer at gera alt til tess at forða fyri, at nakað annað land fær fatur á útgerðini. Málið verður mett so umráðandi, at tað var á borðinum hjá George W. Bush, forseta í síðstu viku, og sambært BBC tók forsetin avgerð um at skjóta fylgisveinin niður.

 

US193 varð sendur í ringrás um Jørðina í desembur í 2006, men longu stutt eftir mistu amerikanararnir ræðið á honum, tí ein telda umborð á fylgisveininum sveik.

 

Amerikanararnir rokna við, at fylgisveinurin fer at raka Jørðina í fyrstu viku í mars, men ætlanin er, at eitt herskip skal skjóta hann niður, áðrenn hann kemur inn í atmosferuna. Amerikanska verjan hevur eina serliga rakett til slíkar uppgávur.