Njótingarbók á føroyskum

Nógv umrødda bókin »Njótingarsami heilin« er júst komin á føroyskum í týðing eftir Paula Nielsen

Pauli Nielsen hevur umsett bókina í samstarvi við høvundan og granskaran Morten Kringelbach, so hvørt sum Kringelbach hevur skrivað bókina.

Í ?Njótingarsama heilin? lýsir Morten Kringelbach, professari, hvussu gransking í njóting og trá kann vera ein lykil til at skilja, hvussu heilin á okkum virkar, og hvussu bøtt kan verða um lívsdygdina.

Morten Kringelbach hevur serligan áhuga í, hvussu stóra ávirkan sansaligar og sosialar njótingar hava á okkara lív, og hvussu stóra ávirkan vantandi njóting hevur á tunglyndi, støðuga pínu og etingarólag.

Við nýggjari tøkni at skanna heilan hevur Morten Kringelbach fingið greiðu á, hvar, nær og hvussu kenslur, njóting og trá verða til í heilanum. Nú vóna granskarar so, at betri fatan av hesum mekanismum fer at hjálpa teimum mongu, sum vanta njóting í lívinum, og at geva størri lívsgleði og heilsu til fólkið.

Njótingarsami heilin er ikki ein sjálvhjálparbók, men ein bók fyri almenningin, har rithøvundin, listamaðurin og vísindamaðurin á sera greiðan og skemtiligan hátt oysir av sínum stóra innliti í heilan.

Bókin gevur okkum nakað at hugsa um. Vit kenna okkum aftur í henni og kunnu læra at fara betur um lívið

Bókin er komin á forlagnum Ítriv.