Noah og liðfelagarnir blivu varpaðir úr norsku steypakappingini

Áttandapartsfinalan bleiv endastøðin hjá Bryne í norsku steypakappingini hesaferð

Noah Mneney og liðfelagarnir í Bryne spældu í dag áttandapartsfinalu í norsku steypakappingini.

 

Bryne spældi á útivølli móti Stabæk, ið spælir í bestu norsku fótbóltsdeildini. Stabæk vann ein knúsandi 5-0 sigur. Í steðginum var Stabæk á odda 1-0.

 

Tá Noah slapp á vøllin í 69. minutti var Stabæk á odda 3-0. Sostatt gjørdist áttandapartsfinalan endastøðin hjá Bryne í norsku steypakappingini. 

 

Bryne spælir fyrsta landskappingardystin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini 10. apríl, tá Kongsvinger kemur á vitjan. 

 

Áðrenn tað eru ymiskir venjingardystir á skránni.

 

Rógvi Baldvinsson var ikki við í hópinum hjá Bryne í dag.