Nøkur línuskip koma í næstu viku

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki nógvan útróður í næstu viku. Tó kann roknast við, at nakað verður. 

Í løtuni eru trý stór og tvey smærri línuskip til fiskiskap. Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. 

 

 - Øll ísfiskalínuskipini koma inn at landa í vikuni sum kemur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Lagt verður aftrat, at øll frystilínuskipini eru til fiskiskap.

 

- Streymurin er harður, men hann batnar, sum næsta vika gongur, og veðrið verður umskiftandi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki nógvan útróður í næstu viku. Tó kann roknast við, at nakað verður. 

 

- Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, verður lagt aftrat.