Nøkur línuskip landa í vikuni

- Streymurin er harður, men veðrið verður hampiligt í vikuni.

Í løtuni eru trý størri og eitt minni ísfiskalínuskip til fiskiskap, og væntandi koma øll inn at landa í vikuni.

- Línuskipini fáa mest av toski, hýsu og longu, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Væntandi loysa onnur ísfiskalínuskip, sum dagarnir ganga.  

 

Í løtuni fiska sjey frystilínuskip í íslendskum sjógvi, og eitt er undir Føroyum.

 

- Streymurin er harður, men veðrið verður hampiligt. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri, verður lagt aftrat.