Nøkur skylda meiri enn fimm ferðir so nógv sum tey tjena

Talið á familjum, sum skylda meiri enn 2,5 milliónir, er vaksið hesi seinastu árini

Tað eru nakrar familjur kring landið, sum skylda meir enn tríggjar ferðir so nógv, sum tær tjena. Tað sigur Landsbankin í eini uppgerð nú um dagarnar. Landsbankin sigur, at umleið sjey prosent av øllum føroysku húskjunum skylda meir enn tríggjar ferðir so nógv, sum tey tjena um árið.

 

Í 2019 vóru tað umleið 600 húski, sum skyldaðu ímillum tríggjar og fýra ferðir so nógv, sum tey tjena um árið, og næstan 270 húski skyldaðu millum fýra og fimm ferðir so nógv, sum tey hava í inntøku. Men so vóru tað eisini 450 húski, sum skyldaðu meir enn fimm ferðir so nógv sum tey hava í inntøku um árið.

 

Landbankin sigur, at tilsamans vóru tað 640 húski kring landið, sum skylda meiri enn 2,5 milliónir og 55 prosent av teimum, ella 350 húski, hava eina skuld, sum er meiri enn tríggjar ferðir so stór sum inntøkan er um árið.

 

Landsbankin sigur, at talið á húskjum, sum skylda meir enn 2,5 milliónir, og har skuldin er meiri enn tríggjar ferðir so høg, sum inntøkan er um árið, hevur verið veksandi síðani 2013. Serliga er talið á teimum, sum skylda 4-5 ferðir so nógv, sum tey tjena, nógv vaksið.

 

– Kanska hava hesi húskini aðrar ognir, ella eina uppsparing, at forsvara ta stóru skuldina, men er skuldin stór, er váðin eisini stórur, sigur Landsbankin.

 

Landsbankin sigur eisini at tað eru føroyskir peningastovnar, sum fíggja umleið tveir triðingar av sethúsalánunum hjá føroysku húsarhaldunum. Men húsarhaldini gera ikki nógv burtur úr at brúka møguleikan at fáa avdráttarskáa. Sostatt eru umleið ein triðingur av sethúsalánunum hjá føroysku húsarhaldunum donsk realkredittlán.

 

Men Landsbankin sigur, at sum heild eru húsarhaldini kring landið dúglig at gjalda skuld. Staðfest verður, at lán við fastari rentu, og við avdráttum, ger einstaka húsarhaldið meira mótstøðuført, skuldi rentan hækka ella búskaparliga gongdin vent.