Nógv fólk fagnaðu borgarstjóranum

Stórt hátíðarhald var í dag í Hølllini á Hálsi í Havn, í sambandi við, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur sitið sum býráðslimur í Havn í 50 ár

Myndir: Ólavur Frederiksen

Har vóru nógvar røður, tónleikur og sangur, og nógv fólk stukku inn á gólvið í Høllini á Hálsi í Havn, at heilsa upp á borgarstjóran, sum á nýggjarinum kundi hátíðarhalda, at hann hevur verið býráðslimur í Havn í 50 ár út eitt.

 

Og júst tað, at hann hevur sitið sum býráðslimur út í eitt í hálva øld er nakað serligt, tí tað hevur eingin annar gjørt, ikki í Føroyum og heldur ikki í øllum kongaríkinum. Dávur Davidsen í Tjørnuvík sat í bygdarráðnum í 56 ár, men tað var ikki út í eitt.

 

Á samkomuni í Høllini á Hálsi heilsaði Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, frá hennara hátign drotningini og handaði Heðini Mortensen heiðurskrossin sum kommandørur av Dannebrog.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##me15d##

 

##me16d##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med25##

 

##med26##

 

##med27##

 

##med28##

 

 

 

Myndir: Ólavur Frederiksen