Nógv meiri skattur í juni

Bæði í kommunuskattinum og serliga landsskattinum vóru tølini væl hægri í síðsta mánað, enn tey vóru fyri einum ári síðani

Skattainntøkurnar vóru væl hægri í juni í ár, enn tær vóru í juni í 2021.

 

Lutfalsliga meirinntøkan hjá øllum kommununum tilsaman var 8,35 prosent ella 14,7 milliónir hægri enn í fjør.

 

Lutfalsliga meirinntøkan í landsskattinum var 11,86 prosent ella 17,4 milliónir hægri enn í fjør.

 

Eftir lønarskatturin var 6,79 prosent ella 2,6 milliónir hægri í juni 2022, enn hann var í juni 2021.

 

Sammett við fyrra hálvár í fjør eru samlaðu inntøkurnar í landsskatti higartil í ár 7,38 prosent hægri.

 

Sammett við fyrra hálvár í fjør eru samlaðu inntøkurnar í kommunuskatti higartil í ár 5,59 prosent hægri.