Nógvir halta á festivalinum

Felags fyri bæði vágamenn og víkingar er, at fleiri spælarar eru hálvskaddir og skaddir

Tað er festivalur í Sørvági, og í dag verður lagt fyri við fótbóltsdysti á Dungasandi. 07 Vestur fær klokkan 13 vitjan av Víkingi. Dagsskráin er atgongumerki í Europa á sumri í 2024. Víkingur er á fjórða plássi við 21 stigum, og 07 Vestur er á fimta plássi við 16 stigum. Víkingur hevur spælt 13 dystir, og 07 Vestur hevur spælt 12 dystir. Víkingur hevur avgreitt ólavsøkuumfarið, og á ólavsøku fer 07 Vestur at spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tað verður 20. juli.

 

Hjá 07 Vestur er Oddur í Haraldstovu Petersen tøkur aftur eftir leikbann.

 

Tað er greitt, at Teitur D. Olsen og Uros Stojanov ikki vera við, tí teir eru skaddir. Tríggir av føstu monnunum eru ivasamir. Teir eru Jóannis á Steig, Jóhann Hansson Joensen og Jasper Van Der Heyden.

 

Hjá Víkingi eru Andreas Lava Olsen og Ingi Jonhardsson skaddir. Onkrir av teimum, sum vera á listanum í dag, eru darvaðir av skaða. Eitt nú álopsspælarin Martin Klein Joensen, sum síðstu tíðina hevur verið nógv út og inn.

 

5. mai vann Víkingur 2-1 í Sørvági. Tá legði Høgni Egilstoft Nielsen fimm minuttir undan steðginum heimaliðið á odda, áðrenn Víkingur miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði tvey mál í teir minuttir. Málskjúttar vóru Signar á Brúnni og Arnbjørn Svensson.