Leygarnáttina fer eitt stormlágtrýst í ein landnyrðing framvið beint norðan fyri Føroyar og førkar seg longur burtur sum leygardagurin líður. Síðani streymar køld luft inn yvir oyggjarnar av vestri og útnyrðingi. Mánadagin mennist eitt nýtt lágtrýst sunnan fyri Ísland, og tilhoyrandi brúgvaløg og mildari luft nærkast oyggjunum av suðri. Síðani verður spakuliga kaldari aftur.
Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í strúk í vindi av suðri, men seinnapartin øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, í støðum upp í storm, um 22 m/s. Fyrst verður samdrigið og okkurt ælið, men sum frá líður verður meiri skýggjað og regn av útsynningin. Hitin verður um 6 stig. Um kvøldið snarar hann í ein útsynning og æltar vindin, sum í nátt verður hvassur vindur upp í skrið, 15 til 20 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, um 25 m/s. Tað klárar í, tó verður okkurt ælið og sum frá líður partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og fýra stig.
Leygardagin verður hvassur vindur upp í skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, um 25 m/s. Sunnanfyri verður eitt bil hvassur stormur, um 25 m/s. Um kvøldið og seinnapartin makar hann vindin niður í stívt andøvsgul upp í strúk í vindi og snarar í ein vestan, 10 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 3 og 6 stig, um náttina niður móti frostmarkinum.
Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í strúk í vindi av vestri, 10 til 13 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og seinnapartin makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi, um náttina sum frá líður yvirhøvur turt og hann snarar í ein eystan. Hitin um dagin upp í fýra stig, um náttina millum frostmarkið og fimm kuldastig, í støðum enn kaldari.
Mánadagin verður lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s, sum øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Fyrrapartin verða sólglottar, men sum frá líður verður skýggjað og seinni regn av suðri. Hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina snarar hann í ein sunnan og útsynning og makar vindin niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Tað klárar í og verður yvirhøvur turt og hitin millum 4 og 7 stig.
Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, sum øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Fyrrapartin sólglottar, men sum frá líður skýggjað og seinni regn ella ælavður. Hitin um 6 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin í hvassan vind upp í skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, í hvirlunum upp í storm, men um náttina makar hann vindin aftur niður í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, partvís vátaslettingur. Hitin verður millum 2 og 5 stig.
Mikudagin makar hann vind niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátalsettingur og hitin um 4 stig. Um náttina makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og sum frá líður okkurt ælið, partvís vátaslettingur og kavi. Hitin millum frostmarkið og trý stig, í støðum nakað av frosti.