Nógvur vindur um vikuskiftið

Í dag verður gott veður, men í kvøld veksur vindurin

Danska veðurstovan DMI roknar við, at dagurin í dag veður góður við nakað av sól. Í kvøld og í nátt veksur vindurin, og eisini í morgin kann roknast við fitt av vindi og hvirlum.

 

DMI sigur, at í dag vera 3-8 m/s av útsynningi, seinnapartin 5-10 m/s. Nakað av sól, men sum frálíður skýggjað. Í kvøld og í nátt 13-18 m/s av útsynningi, og tíðliga sunnumorgunin upp í 20 m/s við hvirlum. Skýggjað og disut, í støðum sirm ella regn. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Sunnudagin vera 15-20 m/s av útsynningi, samdrigið og regn. Eitt skifti minkandi vindur og nakað klárari í veðrinum, men sum frállíður veksur vindurin upp í 13-18 m/. Skiftandi skýrák og ælaveður. Hitin millum 8 og 11 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.