Hava pakkað Nólsoyarstovu út í dag

Nólsoyarstova í Gongini í Havn, sum seinasta árið ella so hevur innpakkað í plastikk, varð morgun pakkað útaftur

 

Og innanfyri stendur góða gamla Nólsoyarstova so sera vøkur. Húsini eru umvæld allan vegin ígjøgnum frá kjallara og upp á svalan ovast á húsunum. Grivið er undan húsunum, sum nú hava stóran kjallara. Alt er umvælt, bæði stórviður, klædningur og tak. Húsini eru isolerað, øll vindeygu eru skift, alt er gjørt – ikki av nýggjum, men við øllum tí gamla tilfarinum, sum kundi brúkast aftur. At síggja til er eingin broyting. Og tann, ið ikki veit betur, heldur kanska, at húsini bara eru málað, so nógv tey líkjast gamla húsinum.

Tað eru hjúnini Anna Maria og Jógvan Hans Østerø, sum eiga Nólsoyarstovu, sum tey keyptu frá grunninum »Anne Sofie Kathrine Lambaa's og Knud Sofus Lambaa's legat«.

Knud Lambaa átti húsini, sum fóru í grunn í 1984, eftir at hjúnini, sum vóru barnleys, doyðu. Hon doyði í 1976 og hann í 1982. Knud Lambaa keypti ognina í Gongini saman við verfaðir sínum, Djurhuus apotekara í 1935.

Navnið Nólsoyarstova stavar frá Jákup Nolsøe, beiggja Nólsoyar Páll, sum var handilsforvaltari í Kongaliga Handlinum í Tinganesi.

Nú húsini eru sett í stand eru stórur kjallari gjørdur í húsunum. Lyft er gjørd aftan fyri húsini, sum hava tríggjar íbúðir í trimum hæddum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Nólsoyarstova í morgun, tá hol varð sett á plastikkdúkin, sum hevur vart húsini, meðan arbeitt hevur verið upp á tey

Nólsoyarstova um 1865

Nólsoyarstova um 1935