Norðborg fiskað fyri 200 milliónir í ár

Norðborg kom aftur av túri klokkan trý í nátt, tá ið teir løgdu at í Fuglafirði at leggja 150 tons av lýsi upp. Síðani gekk leiðin til Klaksvíkar, har teir løgdu at í Norðhavnini tíðliga í morgun. Teir leggja nú upp 340 tons av mjøli, sum verður koyrt til Fuglafjaðar og 1.380 tons av sildafløkum.

Partur av sildafløkunum, eini 7-800 tons, verða avskipað hósdagin eystureftir við Crystal Ice.

Hetta var túrur nr. 22 í hesum árinum hjá Norðborg, og kann manningin av røttum rætta sær ryggin í jólafrítíðini, nú teir hava fiskað fyri góðar 200 mill í ár.

Norðborg fer á sleipistøð til vanligt eftirlit og smærri viðlíkahald beint fyri nýggjár.

Mynd og tekstur: Dávur Winther