Norði á Fjøllum í Húsagjógv

Ofta er hon havd á munni, Húsagjógv norðanvert Fjallavatn í Vágum. Og ivaleyst oftast í samband við søgnina um Seyðamannin á Sondum og huldukonuna, sum búgva skuldi í gjónni

Húsagjógv sær ikki út av nógvum, tá tú stendur við Fjallavatn og lítur niðan undir hamaran. Smøl at síggja til og ikki serliga ógvuslig heldur. Men inni í gjónni er nógv pláss, og har býr, sum søgnin veit at siga, ein rættilig huldukona.
»Tað skuldi vera í fordums tíð, vilja tit mær trúgva. Norði á Fjøllum í Húsagjógv, har mundi ein hulda búgva«, yrktu teir í kvæðinum um Seyðamannin á Sondum, sum skrivað er eftir søgnini um tey bæði, seyðamannin og huldukonuna.
Húsagjógv. Hetta staðarnavnið, so ofta er hoyrt um, men ongantíð rættiliga vitjað. Liggur har uppi í hamrinum og sær ikki nógv út fyri verðini, men átti tó at verið eina vitjan vert.
Man hon vera heima í dag, huldukonan, ella man hon vera flutt aðrastaðni, nú mannagongan er vorðin so nógv kring Fjallavatn?
Her eru fleiri hús, og regluliga kemur rossafólkið ríðandi, rætt sum Seyðamaðurin á Sondum á sinni, hóast eingin teirra nýggju reiðmanna sigur seg hava sæð nakað til stakkin seinnu árini.
Gjógvin sýnir ikki nógv fyri verðini. Heldur lítil og trong at búgva í, tykist hon. Uttanvert mestsum slættur hamari, meðan heimara síða er eitt sindur meira vallað nakað niðan.
Men smøl og trong tykist hon, og sær lítið út til at hýsa nøkrum størri býli.
Tó einsamøll var hon, »...tann, sum búði í Húsagjógv«, og hevur helst ikki kravt so nógv meira pláss enn til fýrstaðin og eitt stað at leggja seg. Tó skuldi hon goyma stakkin onkustaðni kortini.
Í dag skínur sólin, og hellan, Borðið, liggur so skróvturt har niðri móti vatninum, at lagamanni hevði verið at sólað sær stakkin fríða ein slíkan dag. Men eingin stakkur er, so ivaleyst man vera ráðiligt at fara ein túr inn í gjónna, uttan ótta fyri at koma í bardaga við hana sjálva har inni.
Slavið er at ganga niðan gjónna, sum veksur og víðkar, sum komið verður inn. Áin er lítil. Bara lagrar, so ikki er neyðugt at hugsa so nógv um hana. Ovmikið av turrum steinum at ganga eftir.
Grønt slíggj hongur eftir sløttu veggjunum. Sum tjalding, hon hevur hongt her til at prýða við, sær tað út.
Ein hækki er á, sum farast skal um, og so er aftur stórt pláss innanfyri. Men eingin hurð í berginum nakrastaðni ella hellismunni, sum farast kann inn í at kynda sær ein eld, sum huldan gamla man hava havt í »fordums tíð«.
Gjógvin er høg, og opið er í erva. Sær tó út summastaðni, sum tak er á, tí kletturin hellur so mikið. Men sum tú flytir teg, kemur himmalin undan, og sólin hevur hug at síggja niður ígjøgnum.
Úti í gjáarkjaftinum sita fleiri havhestar. Hava ikki vorpið, men tykjast at kanna sær lendið og vilja leggjast á tað, tá tann tíð kemur.
Eg gangi heilt inn á botn og finni fittan hyl. Her er bara gongt ein veg, tí upp úr gjónni slepst ikki. Farast má út aftur sama veg, sum komið er inn.
Og hvat nú, um hon stendur har fyri durunum og vil forða mær at sleppa útaftur. So verið eg ivaleyst at bøta fyri tað, Seyðamaðurin á sinni gjørdi.
Men eg dugi kvæðið um tey bæði, sum eg so kann siga henni. Tað man fara at blíðka gomlu, so eg sleppi útaftur, uggi eg meg við.
Hon er heldur ikki har, tá eg komi útaftur. Eg steðgi á í munnanum og hyggi yvir Fjallavatn í sunnan. Frítt er útsýnið yvir í Tormansgjógv, har systirin búði.
Hin, ið ....»lamin var í báðum beinum og kundi seg illa bera«. Frítt fyri beint yvir um vatnið. Liggur væl fyri at samskifta.
Men heldur ikki syðru megin sær út til at vera nakað lív í dag, og teir nýmótans seyðamenninir, sum í dag ferðast eftir Fjøllum og fram við Fjallavatni, munnu leita til fánýtis her fram við vatninum, um teir skulu finna so vakran stakk, at teimum stendur hugur á at eiga hann.
Men havhestarnir í Húsagjógv hava tað gott. Tað lotar nakað frískt fram við hamrinum, og teir hanga so pinnastillir í luftini beint framman fyri mær, nú eg komi út aftur í gjáarkjaftin. Hevði væl borið til at tikið teir við stong, sum tó ikki er her.
Eg harmist tó um, at tað er so mikið támut, at ikki eru líkindi at fara út á endan, soleiðis at sýnt er vestur á Víkar.
So meðan gingið verður heim aftur við Fjallavatni, má uggin bara vera, at tann túrin við vakra útsýninum eiga vit tilgóðar til einaferð seinni í summar, tá farið verður við tráðu okkurt vakurt kvøld eftir jóansøku.