Klaksvík endurvann sambandsmannin, sum teir hava havt nú í fleiri valskeið í Bjørn Kalsø. Men Bjørn Kalsø stillaði tó ikki upp aftur, og tí var ivasamt, um Sambandsflokkurin fór at varðveita sambandsmannin.
Men tað eydnaðist Norðoya Sambandsfelag at finna eitt annað umboð at stilla upp, sum kundi lyfta arvin eftir Bjørn Kalsø.
Frimodt Rasmussen hevur gjørt eitt sera gott val, og hann fekk 356 persónligar atkvøður, og tað ger, at hann gjørdist nummar fimm á sambandslistanum og er tískil valdur.