Norðoyingar veksa meira um línuflotan

Sp/f 4. juli 2008, sum nú hevur keypt Thomas Nygaard, eigur frammanundan línuskipið Barið, sum er fyrrverandi Gullberg. Barið verður nú tikin úr flotanum, og fiskidagarnir fara til Thomas Nygaard, sum er eitt væl størri skip

Skipasøla

 

Jógvan Pauli í Kongsstovu í Haraldsundi og Hans Jákup Vitalis, ættaður úr Klaksvík, búsitandi í Havn, hava nú keypt línuskipið Thomas Nygaard, sum Háldan H. Haldansen í Vestmanna átti.

Seinastu tíðina hevur Thomas Nygaard ligið í Søldarfirði, men sambært ætlanini hjá nýggju eigarunum loysir skipið aftur seinnapartin í næstu viku.

Tað er felagið Sp/f 4. juli 2008, sum Jógvan Pauli í Kongsstovu og Hans Jákup Vitalis eiga, ið nú er eigari av Thomasi Nygaard, sum er gamal í garði innan føroyska línuskipaflotan.

Jógvan Pauli er royndur línuskipari, og Hans Jákup er maskinmaður.

 

Barið seljast

Jógvan Pauli í Kongsstovu sigur, at teir keyptu Gullberg, núverandi Barið, í juli mánaða í fjør, og seinast skipið var línutúr, landaðu teir 26. februar í ár.

Skiparin heldur, at hóast viðurskiftini hjá línuflotanum eru nógv broytt seinastu tíðina við nógv lækkaðum fiskaprísum, eru kortini ábendingar um batar.

Hann væntar, at fiskaprísirnir, sum hava verið so serstakliga lágir seinastu tíðina, munnu fara at kvinka sær uppeftir aftur, samstundis sum útlitini á landgrunninum eru betri, enn tey hava verið.

Jógvan Pauli hevur ikki hug at siga, hvat Sp/f 4. juli 2008 hevur keypt Thomas Nygaard fyri, men hann sigur kortini, at teir eru nøgdir við keypsprísin.

Thomas Nygaard er keyptur við kalvaloyvinum, sum skipið hevur í íslendskum sjógvi. Talan er um felagskvotu upp á tilsamans 45 tons, sum 3-4 línuskip hava loyvi at fiska.

- Í fjør var bara eitt føroysk línuskip á kalvaveiði í Íslandi. Hetta var Fagraenni, sigur Jógvan Pauli.

 

88 fiskidagar

Skiparin í Haraldsundi vísir á, at Barið eigur 113 fiskidagar á landgrunninum, men við tað, at Thomas Nygaard er eitt størri skip, er sonevndi umrokningarfaktorurin 0,6, sum merkir, at hesir 113 fiskidagarnir verða til 68, sum soleiðis fella Thomasi Nygaard í lut.

- Aftrat kalvaloyvinum, sum vit nú hava við keypinum av Thomasi Nygaard, hevur eydnast okkum at keypa 20 fiskidagar undir Føroyum aftrat. Hetta merkir, at nú Thomas Nygaard fer at loysa, eigur skipið 88 fiskidagar undir Føroyum umframt kalvakvotu í Íslandi.

Jógvan Pauli ásannar, at hetta er heldur lítið og vísir á, at felagið fer at liggja fram við at keypa skipinum nakrar fiskidagar aftrat.

- Línuskipini hava millum 130-140 fiskidagar, men tað eru eisini tey, sum hava væl færri dagar, og nøkur skip eiga minni enn 100 dagar.

 

Størri skip

Jógvan Pauli í Kongsstovu vísir á, at Barið, fyrrverandi Gullberg, hevur ikki loyvi at royna innanfyri 6 fjórðingar, og tí verður Thomas Nygaard eitt størri og betri skip til royndina úti á.

- Thomas Nygaard verður tikin upp, botnurin verður málaður, og sinkini verða skift. Síðan er ætlanin at loysa seinnapartin í næstu viku.

Hann sigur, at manningartalið verður 14, og hann væntar ikki, at trupulleikar verða at manna skipið. Nakrir mans, sum hava verið við Barinum, eru tøkir til Thomas Nygaard, umframt at aðrir liggja framvið at sleppa við.

- Áhugin at sigla er øktur, nú samfelagshjólini mala við minni ferð, og tað eru longu menn, sum hava vent sær til okkara og hava spurt um kjans við Thomasi Nygaard, sigur skiparin.