Norðurkorea bannar HM í fótbólti

Hóast landið tekur lut í HM-endaspælinum, so verður eingin dystur vístur beinleiðis í norðurkoreanskum sjónvarpi

Fótbóltur

Tey sum ikki dáma fótbólt eiga at umhugsa at fara til Norðurkorea komandi summar.
Norðurkoreanski einaræðisharrin, Kim Jong-il hevur nevnliga givið almenna sjónvarpsmonopolinum í Norðurkorea bann fyri at senda dystir beinleiðis frá HM-endaspælinum í Suðurafrika komandi summar.
Eitt lítið undantak kann tó koma fyri. Vinnur Norðurkorea sínar dystir, so fer norðurkoreanska sjónvarpsmonopolið at vísa hæddarpunkt frá dystunum hjá Norðurkorea.
Boðini frá Kim Jong-il hava við sær, at 99% av teimum 29 miljónunum, sum búgva í Norðurkorea fara ikki at vita hvussu HM endar, uttan so, at Norðurkorea ger eina risasensasjón og vinnur HM í fótbólti.
Kemur tað í heila tikið uppá tal at vísa dystir hjá Norðurkorea í sjónvarpinum, so fer tað at vera klipt soleiðis, at hyggjarin fær eina fatan av, at Norðurkorea er tað besta liðið á vøllinum.
Bretska blaðið ”Daily Telegraph” skrivar, at Norðurkorea vil ikki gjalda fyri sjónvarpsrættindini. Tað er sannlíkt, at kommunistisku, norðurkoreonsku valdsharrarnir fara at taka myndir frá suðurkoreanskum sjónvarpi, um talan verður at brúka nakað sum helst tilfar frá HM-endaspælinum.
Meirilutin av fólkinum sleppur kanska at síggja nøkur fá einvegis hæddarpunkt. Tap hjá norðurkoreanska landsliðnum fara at vera tagd burtur, og í besta føri vera tey nevnd í onkrum stubba í teimum almennu bløðunum.