Norðurlandahúsið fer á rull

Sum flestum kunnugt mátti Barnafestivalurin 2020 útsetast til í heyst. Norðurlandahúsið heldur tó, at tað er alt ov leingi hjá børnum at bíða, so tí fer ein rullandi pallur runt at vitja uttanfyri dagstovnar við framførslum fyri barnagarðsbørnum – alt ímeðan tilmælini frá myndugleikunum verða fylgd! 
 
Framførslurnar verða í døgunum 5.-14. mai, og allir dagstovnar í landinum hava møguleika at bíleggja pallin til teirra. Avmarkað er tó, hvussu nógv støð pallurin nær at vitja, so tað ræður um at vera kvikur við tilmeldingunum. 
 
Av pallinum sleppa børnini at uppliva stuttar uttandura framførslur í smáum bólkum við bæði kendum og minni kendum listafólkum. Stovnarnir vita ikki, tá tey melda til, hvør kemur at vitja tey, men sum altíð kann Norðurlandahúsið lova, at tað verður nakað framúr gott. Hetta er Barnafestivalurin á ferð. 
 
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 29. apríl. Átakið er ókeypis fyri stovnarnar. 
 
Nærri kunning fæst á www.nlh.fo/events/barnafestivalurin-a-ferd/