Huawei hevur ongar ætlanir at taka ímóti boðum frá Kina um at njósna í Evropa.
Tað sigur stjórin fyri Huawei í Norðurlondum, Kenneth Frederiksen.
Við DR sigur Kenneth Frederiksen, at Huawei kann slett ikki fara inn at gera broytingar í einum neti á handan hátt, og at Huawei fer ongantíð at gera tað eftir boðum frá nøkrum myndugleikum.
- Har eru góðir mátar at tryggja sær, at trafikkur og data ikki fer aðrastaðni, enn tað skal, og at mobilnetið ikki kann sløkkjast uttanifrá, sigur hann.
- Vit vóna, at okkara kundar taka avgerðir, ið byggja á tekniskar og vinnuligar metingar, og at vit kunnu reka okkara virksemi við kundum okkara uttan politiskt uppíbland, sigur Kenneth Frederiksen, og leggur aftrat, at hetta er galdandi fyri bæði kinesiskar og norðurlendskar myndugleikar.