Nordcar nýggjan eigara og nýggjan stjóra

Í sambandi við, at Palli Skorheim hevur keypt meirilutan í Nordcar, er hann samstundis settur sum stjóri í felagnum.

 

– Vit hava arbeitt fram ímóti hesi loysnini í eina tíð, og tí eru vit fegnir um, at vit nú eru komin á mál, sigur fráfarandi stjórin, Gordon Rajani.

– Eg eri spentur upp á at seta meg við róðrið í Nordcar, sigur Palli Skorheim, sum seinastu seks árini hevur verið fíggjarleiðari í NN Holding samtakinum.

– Hetta er ein spennandi møguleiki, sum eg eri takksamur fyri at hava fingið frá fyrrverandi eigarunum. Nordcar selur merkini BMW, MINI, Fiat Professional, Fiat, Jeep, Alfa Romeo og elbilarnar frá Maxus. Umframt bilar selur Nordcar eisini motorsúklur frá BMW og Harley Davidson. Harumframt er verkstaðið eisini góðkent til Honda. Hesi merkini standa øll fyri dygd, og við fantastisku starvsfólkunum hjá Nordcar, verður málið hjá mær at selja dygarbilar fyri kappingarførar prísir, umframt at veita bestu tænastuna til øll okkara viðskiftafólk.

##med2##

Palli Skorheim, sum byrjar sum stjóri í Nordcar í dag, sigur at øll eru altíð vælkomin inn á gólvið til ein kaffimunn og eitt bilprát, ella at ringja til hansara á 290087 – hvør veit, kanska tit gera kvetti, sigur hann at enda við einum smíli, skrivar Nordcar í tíðindaskrivi í morgun.