Nordic Saxophone Collective

Í løtuni vitjar Nordic Saxophone Collective í Føroyum við einari manning á 10 yrkis-saksofonleikarum frá øllum Evropa fyri at spæla konsertir í samstarvi við Summartónar. Umframt hetta fer kollektivið at halda verkstovur fyri saksofonnæmingar og musikkskúla-miðnámsnæmingarnar úr musikkskúlunum kring landið.

 

Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum 24. juni kl. 15.00 og í Christianskirkjuni í Klaksvík 25. juni kl. 19.30 - báðar ókeypis. Harafturat spælir kollektivið grottukonsert 29. juni, og luttaka á jazzkvøld á Hvonn sama kvøld saman við Rógva á Rógvu (trummur), Bárður Poulsen (bass) og Kristian Paula Ellefsen (klaver).

 

Til konsertirnar í Norðurlandahúsinum og í Christianskirkjuni verður skráin hendan:

 

 - Carl Nielsen - opus 1 (útsett fyri saksofonoctet av Kevin Shen og Nathanael Wetterud)

 

 - Eli Tausen á Lava -  +- (skrivað til Nordic Saxophone Collective)

 

 - Finnur Karlsson - Collagen (skrivað til Nordic Saxophone Collective)

 

 - Tze Yeung Ho - Det Blåser en Kald Vind (skrivað til Nordic Saxophone Collective)

 

NSC er ein felagsskapur, ið varð stovnaður í 2019 í Aarhus, Danmark. Kollektivið stendist av saksofonistum, saksofonlærarum og næmingum í Norðurlondunum, ið deila sama eldhuga og framsøkni fyri saksofonina og norðurlendska samtíðartónleikin. NSC strembar eftir at víðka um og menna áhugan og vitanina fyri norðurlendska saksofon-tónleikin í heimlondunum hjá limunum - umframt at vísa á henda samtíðartónleik fyri restina av verðini.

 

NSC hugsavnar seg um útbúgving, samfelagsáhuga, gransking og menning av næsta ættarlið av áhoyrarum, listafólkum og tónaskøldum. Við hesum í huga, strembar kollektivið eftir at framføra norðurlendskan tónleik á hægsta støði fyri áhoyrararnar. Harumframt strembar NSC eftir at skapa kervi millum saksofonistar, tónaskøld og áhoyrarar, har dentur verður lagdur á hugvekjandi samrøður, innlit og eina kenslu av felagsskapi í Norðurlondunum.

 

Í Nordic Saxophone Collective eru:

 

Kristina Thede Johansen (FO)

 

Anja Nedremo (NO)

 

Henriette Jensen (DK)

 

Laura Johansen (DK)

 

Anna Magnusson (SE)

 

Vera Georgieva (SE)

 

Ita Nagode (Slovenia)

 

Koenraad Van de Velde (Belgia)

 

Joaquín Duran Rincon (Spania)

 

Yuhuan Zhou (Kina)