Nógv bendir á, at Jóannes Bjartalíð ein av komandi døgunum verður seldur til Fredriksstad FK í Norra. Tað er sama felagið, sum fyri kortum keypti venjaran hjá KÍ, Mikkjal K. Thomassen, leysan.
Norðlýsið skrivar, at tað væntandi verður kunngjørt ein av komandi døgunum. Møguliga so tíðliga sum í dag. Tað verður sagt úr Klaksvík, at Jóannes Bjartalíð er í Norra í løtuni í samband við skiftið.
Tað er eftirhondini hent nógv, síðani KÍ vann FM. Mikkjal K. Thomassen er seldur til Fredrikstad FK, Magne Hoseth er settur sum nýggjur venjari, og nú er líkt til at ársins spælari í felagnum, Jóannes Bjartalíð eisini er seldur til norskan fótbólt.