Norðmenn á val um fosturtøku í viku 22

13. september er aftur Stórtingsval í Noreg. Her stendur sitandi samgonga við Erna Solberg á odda til at missa meirilutan. Sostatt kann henda, at Jonas Gahr Støre hjá Arbeiðaraflokkinum - norska Javnaðarflokkinum - fer at gerast nýggjur statsministari við stuðli frá Sosialistiska Vinstraflokkinum og Senturflokkinum - svarandi til umleið Tjóðveldi og Sjálvstýri í Føroyum.

 

Tað er so tað. Í einum fólkaræði sveiggjar valdið millum høgra og vinstra, soleiðis eigur tað at vera.

 

Men hesaferð er veruligur vandi á ferð.

 

Sosialistiski Vinstraflokkurin ynskir at flyta markið fyri fosturtøku upp frá 12 til 22 vikur, hóast full semja er um, at talan tá er um eitt nærum fult ment menniskja. Eisini vinstravíðgongdi Reyði Flokkurin stuðlar SV fult út.

 

Til alla lukku heldur javnaðarformaðurin hetta vera ov ekstremt, men kjakið er í fullari ferð. Arbeiðaraflokkurin heldur tó 18 vikur vera á einari leið. Kóka vit alt hetta saman, er stórur møguleiki fyri einari neyðsemju millum 22, 18 og 12 vikur.

 

Hetta er ein ræðandi gongd, ið tíverri ikki er heilt órealistisk eftir komandi stórtingsval.

 

Menningin av fostrinum miðskeiðis í barnsburðinum

 

Myndin niðanfyri er frá Wikipedia, og havi eg leysliga týtt myndatekstin. Síðan hevur heitið “Wikimedia: three trimesters of fetal development”.

 

##med2##

 

Móti endanum av fyrsta trimestrinum I - umleið 13 vikur - er barnið fult ment; armar, hendur, fingrar, føtur, tær - og barnið kann røra hendurnar. Fingraneglir og táneglir eru í ferð við at mennast. Tenn og oyru byrja at taka skap. Barnið er umleið 7,6-10 sentimetrar langt og vigar 28 gramm.

 

Móti endanum av øðrum trimestrinum II - umleið 26-27 vikur - eru fingrar og tær væl ment. Barnið hevur nú fingið hár á høvdið. Tenn, neglir og beinagrind gerast sterkari. Barnið byrjar at flyta seg og reagera upp á umheimin. Barnið vigar umleið eitt kilo og er umleið 30 sentrimetrar langt.

 

Triðja myndin III sýnir fostrið stutta tíð, áðrenn tað verður føtt.

 

Nær er eitt fostur eitt menniskja?

 

Sjálvur eri eg prinsipielt móti fosturtøku, men hóast hetta er kjakið um aldursmarkið fyri fosturtøku relevant.

 

Tað er munur á 22 og 12 vikum - ella fyri tann skyld 4 vikum.

 

Eg veit, at tað vekir sterkar kenslur, men eg haldi, at vit mugu ásanna, at eitt 22 viku gamalt fostur er - undantikið støddina - líka nógv eitt menniskja sum eitt nýføtt barn.

 

Tí havi eg lagt myndina við omanfyri, ið sýnir, hvat eitt 22 viku gamalt fostur er.

 

Hygg væl eftir myndini, áðrenn tú aftur umtalar eitt fostur sum nakað abstrakt.

 

Nei, eitt fostur er serstakliga ítøkiligt - tað er eitt mannalív.

 

Mann skal hava eitt hjarta av steini ella vera ideologiskt blindaður fyri ikki at síggja tað.

 

Jaspur Langgaard

 

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin