Norðmenn fáa stórt rós úr USA

- Hóast yvirgangsálopið móti flogvøllinum seinasta hósdag, hildu norðmenn kortini fram við virkseminum á sjúkrahúsinum við flogvøllin. Hetta var avgerandi fyri fleiri av teimum, sum fingu løstir í atsóknini.

Seinastu dagarnar eru nógv fólk flutt burtur úr Afganistan. Hetta er Hamid Karzai-flogvøllurin í Kabul.

 

 

Fyrr í kvøld hevur amerikanski generalurin, Kenneth McKenzie, váttað, at seinasta amerikanska flogfarið er farið úr Kabul í Afganistan, og soleiðis hevur USA nú tikið seg aftur úr landinum. 

 

Í einari beinleiðis sending nýtti generalurin høvi at takka Noregi fyri stóra arbeiðið, sum er gjørt á sjúkrahúsinum við altjóða flogvøllin í Kabul. 

 

- Eg vil nevna eina tjóð, nevniliga Noreg, sum hevði sjúkrahúsið við flogvøllin koyrandi. Hetta var avgerandi fyri viðgerðina av okkara fólki, sum fingu løstir undir yvirgangsálopinum hósdagin.

 

Generalurin legði dent á, at hóast álopið, so vóru norðmenn kortini sinnaðir at halda fram við virkseminum á sjúkrahúsinum við flogvøllin.

 

Noreg flutti eisini stívliga 1000 fólk úr Kabul, men steðgaði hesum virksemi eftir yvirgangsálopið móti flogvøllinum hósdagin. Í dag lendi norska manningin, sum hevur rikið sjúkrahúsvirksemið í Kabul, í Noregi.

 

Generalurin, Kenneth McKenzie, viðgekk, at nakrir amerikanarar, sum ynsktu at sleppa úr Afganistan, náddu ikki at koma til flogvøllin til tíðina. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, segði sunnudagin, at færri enn 300 amerikanarar eru eftir í Afganistan.

 

Tað eru tíðindastovurnar, tv2.no og NTB, sum bera hesi tíðindi í kvøld.

 

 

 

 

 

Seinastu dagarnar eru nógv fólk flutt burtur úr Afganistan. Hetta er Hamid Karzai-flogvøllurin í Kabul.