Koronastøðan í landinum ávirkar øll sosial og ítróttarlig tiltøk um vikuskiftið. Meðan landsdystirnir í fótbólti og hondbólti verða uttan áskoðarar, so verður kappróðurin á norðoyastevnu útsettur.
– Nevndin í Róðrarsambandinum hevur verið í samband við koronuráðgevingina og myndugleikarnar viðvíkjandi støðuni í landinum. Róðrarsambandið fylgir sjálvsagt tilmælunum frá mynduleikunum, og avgerð er tikin um at útseta norðoyastevnuróðurin.
Hetta er annað árið á rað, at ársins fyrsti FM-róðurin verður útsettur. Tað kemur at merkja fíggjarliga grundarlagið undir Klaksvíkar Róðrarfelag.
– Vit vóna at tað verður gjørligt at finna ein annan dag, at avgreiða róðurin. Vit harmast støðuna, serliga fyri rógvararnar og ikki minst fyri Klaksvíkar Róðrarfelag, sum aftur í ár og annað árið á rað missir sítt fíggjarliga grundarlag.
Kappróðurin skuldi verða í morgin, leygardagin 5. juni.