Norðoyatunnilin framskundar KÍF-Team Klaksvík ein hálvan tíma

Dysturin sum skuldi byrja klokkan 20 byrjar klokkan 19.30

Boð eru júst komin inn frá HSF: - Dysturin í Kollafirði í kvøld millum Team Klaksvík og KÍF er framskundaður ein hálvan tíma og byrjar klokkan 19.30. Hetta er tí Norðoyatunnilin stongir klokkan 22.

 

Dysturin skuldi annars byrja klokkan 20.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍF og Team Klaksvík. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo.