Norðuratlantiskir fólkatingslimir

Nú val var í Danmark var kapping millum teir reyðu og teir bláu. Javnaðarmenn eru reyðir, og íhaldsmenn eru bláir. Meirilutin sleppur at ráða. Har reið um snarið. 175 sessir eru, og tá liðugt var at telja, høvdu teir bláu vunnið. Teir fingu 88 sessir og teir reyðu vóru við undirlutan við sínum 87.

 

Men fyri 76 árum síðani hevði Danmark eina bláa stjórn. Hon skrivaði út eina fólkaatkvøðu í Føroyum og spurdi veljararnar um teir vildu loysa frá Danmark. 14. september 1946 atkvøddi ein meiriluti upp á 51% fyri loysing. Løgtingið, sum var ráðgevandi hjá stjórnini í føroyskum málum, segði seg fúsa til at samráðast við bláu stjórnina um hvussu loysingin skuldi fara fram. Einki var at ivast í, at loysingin eisini fór at fevna um Grønland. Men tá kúvendi stjórnin og sendi eitt krígsskip til Føroyar fyri at handtaka teir løgtingsmenn, sum vildu samráðast við stjórnina um at seta ta av henni fyriskipaðu fólkaatkvøðuna í verk. Undir hóttandi kanónum varð løgtingið rikið til hús.

 

Úrslitið av hesum hernaðarkvetti í 1946 er at Føroyar og Grønland velja fýra umboð á danating. Hesuferð valdu føroyingar hvørt sítt, so støðan var 89 til bláa veingin og 88 til tann reyða. Men tá úrslitið kom úr Grønlandi vóru tvey reyð umboð vald. Tey bláu høvdu framvegis 89, men teir reyðu komu nú upp á 90 og høvdu tí ein meiriluta upp á eina atkvøðu. Hetta er nóg mikið til at stýra fram til 1. desember 2026.

 

Gomlu grikkarni tosaðu um hibris (hybris). Tað er hugmóð, tann synd at hevja seg upp um tær forðingar guðarnir hava sett menniskjum. Tann sum hetta gjørdi var raktur av guðanna vreiði nemesis. Her hava vit eitt slíkt dømi. Blái vongurin í Danmark tók Føroya fólk av ræði í 1946. Av hesum misti blái vongurin 1. november 2022 tað vald, sum danir góvu honum. Vorðið sum nemesis!

 

Men vit vilja ikki gera dønum so ilt sum at taka teir av ræði. Vit vilja at teir skulu sleppa at avgera sína egnu lagnu.

 

Tí er rætta løtan komin til at siga við danir, at nú lata vit farið vera farið, og at vit eru til reiðar at taka upp samráðingarnar við teir um ta loysing, sum av ymsum óhepnum umstøðum ikki komu í lag í 1946.

 

 

 

Zakarias Wang