Enn er ógreitt, hvat slag av missili talan er um.
Í nátt hevur Norðurkorea skotið eina rakett frá Kusong, sum er í ein útnyrðing frá høvuðsstaðnum Pyongyang, upplýsir suðurkoreanski herurin sambært Reuters.
Tað er framvegis ógreitt, hvat slag av missili, sum talan er um, men tíðindastovan Yonhap skrivar, at talan helst er um eitt ballistiskt missil. Tað er ein jørð til jørð-rakett, sum røkkur so langt, at hon kann sendast av einum fastlandi og raka mál á øðrum fastlandi.
Um so er, so er talan um ferð, at Norðurkore sendir ballistisk missil í tvær vikur. Seinasta royndin miseydnaðist.
Forsætisráðharrin í Japan, Shinzo Abe, fordømir skjótingina, sum leiðandi aðalskrivari hansara kallar brot á ST-samtyktir.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, ávarðai í síðsta mánaði í eini samrøðu við Reuter um, at vandi er fyri »stórari konflikt« við Norðurkorea. Samstundis segði hann, at honum dámdi betir samráðingarvegin til tess at loysa ósemjuna við Norðurkorea um landsins kjarnorku- og missilætlanir.
Útskjótingin er tann fyrsta, síðani grannalandið Suðurkore fyrr í vikuni fekk nýggja foresta, Moon Jae-in, sum hevur mælt til, at samrøður og trýst við at seta tiltøk í verk skulu ganga hond í hond, um spenningurin á koreansku hálvoynni skal linnast, og um menningin av vápnum hjá Norðurkorea skal steðgast.