Norðurlandahúsið: Fortel, fortel

Hóskvøldið klokkan 19:30 fara Strube og Graversen at siga frá í Norðurlandhúsinum

Øll vilja fegin hoyra eina góða søgu. So einføld er uppskriftin handan vælumtókta tiltakið, sum danir hava streymað til fyri at hoyra undirhaldandi, pínligar, andskræmiligar og stuttligar søgur frá veruliga lívinum. Hóskvøldið verður høvi at hoyra hesar somu søgurnar í Norðurlandahúsinum, tá ið Henrik Strube og Gravers Graversen trína á pallin.

 

Sjálvir siga Strube og Graversen, at søgurnar snúgva seg ikki um merkisverdar sjálvrealiserandi hendingar sum t. d. eina torføra fjallaklintran ella áralanga jørðumferð. Teir báðir greiða heldur frá um teirra fjáltrandi favnløg við lívið, kvinnurnar, kærleikan og um tær meira pínligu og løgnu løturnar. Teir leggja dent á, at talan ikki er um stand-up. Her fáa søgurnar rúm og tíð til at menna seg og taka skap. Flestu kenna nokk Henrik Strube sum tónleikara og sangara, og seinast, hann vitjaði í Føroyum, hevði hann konsertir saman við Teiti. Til hesi søgukvøldini plagar Henrik Strube eisini at spæla nakrar av sínum egnu sangum, umframt at onkur gestatónleikari verður boðin við at framføra nøkur løg. Til eitt av tiltøkunum í Keypmannahavn varð Lena Anderssen boðin við, og hetta heppnaðist so væl at teir ynsktu, at hon skuldi framføra á tiltakinum í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er nú hóskvøldið kl. 19.30, og atgongumerki og nærri kunning er á nlh.fo