Norðurlond vilja útisteingja Russland og Hvítarussland frá paralympisku leikunum

Parasport Føroyar og hinir norðurlendsku parasport felagsskapirnir ynska, at Russland og Hvítarussland ikki sleppa at møta til paralympisku vetrarleikirnar í Beijing.

Fríggjadagin 4. mars vera paralympisku leikirnir í Beijing settir í Beijing.

 

Stendur tað til tey seks norðurlendsku parasportsambondini sleppa russisk og hvítarussisk ikki at taka lut á paralympisku leikunum í Beijing.

 

Parasport Føroyar hevur saman við parasportsambondinum í Íslandi, Noregi, Svøríki, Danmark og Finnlandi hava sent skriv til altjóða paralympisku nevndina.

 

Tey seks norðurlendsku parasportsambondini fordøma russisku innrásina í Ukraina.

 

Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyar hevur skrivað undir vegna Parasport Føroyar.

 

Skrivið er stílað beinleiðis til paralympiska forsetan, Andrew Parsons.

 

Norðurlond heita á Andrew Parsons og IPC um at gera alt tey kunna fyri at gera tað møguligt hjá ukrainskum ítróttarfólkum at taka lut í paralympisku leikunum.

 

Føroyar eru ein paralympisk tjóð, men vit taka vanliga lut á paralympisku summarleikunum.