Noreg: Bilurin fór í tvey

Ófatiligt at nakar kom gangandi úr hesum bilinum

Í Noreg fór ein bilur í tvey í einari ferðsluvanlukku í dag. Hetta hendi á vegnum, E18 við Sandefjord. 

 

Átaksleiðarin hjá løgregluni, Espen Reite, sigur við tv2.no, at bilurin bókstaviliga fór í tvey.

Ógreitt er, hvat tað var, sum hendi, og hví bilurin fekk so stóran skaða.

 

Løgreglan arbeiðir nú við at kanna vanlukkuna. 

 

Sagt verður, at tað var bert hin eini bilurin, sum gjørdist partur av ferðsluvanlukkuni.

 

- Tvey fólk vóru í bilinum. Tey vóru á fótum og vóru komin út úr bilinum, tá neyðhjálparfólk komu á staðið, sigur átaksleiðarin.