Hálvfinalurnar í HM endaspælinum í kvinnuhondbólti, sum er í Danmark í hesum verða leiktar í dag.
Klokkan 17 spæla Niðurlond og Pólland. Tvey lið, sum hava yvirraskað og hava tikið øll á bóli. Her verður mett, at Niðurlond eru favorittur, men Pólland hevur yvirraskað áður. Danske Spil hevur sett odds á hendan dystin. Oddsini eru 1,32 uppá niðurlendskan sigur. Pólskur sigur gevur odds 4,60, meðan javnleikur aftaná vanliga leiktíð gevur odds 9,80.
Klokkan 19.45 spæla Noreg og Rumenia. Her meta tey flestu, íroknað spælararnir í rumenska hópinum, at Noreg er favorittur. Norska TV2 hevur havt samrøður við spælarar í rumenska hópinum, sum allar siga við ein munn, at Noreg er favorittur. Rumenia mátti eisini gjøgnum 70 strævnar minuttir, áðrenn tær megnaðu at koppa vertstjóðini Danmark í fjórðingsfinaluni.
Tað verða eisini væl fleiri norskir fjepparar enn rumenskir fjepparar til dystin, og teir flestu av donsku áskoðarunum fara uttan iva at rætta norska bróðirfólkinum eina hjálpandi hond.
Danske Spil hevur odds 1,28 uppá norskan sigur. Oddsini uppá rumenskan sigur eru 5.10, og oddsini uppá javnleik aftaná vanliga leiktíð er 10,50. Noreg hevur ein opnan veg til HM-gullið, men einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt.