Noreg gevur lærlingum toskakvotu

Skipanin er, at ein lærlingur fær við sær eina toskakvotu umborð á tann bátin, har hann ella hon hava eitt lærupláss.

 

 

Norski fiskivinnu-og matvøruráðharrin, Odd Emil Ingebrigtsen, hevur gjørt av at veksa sonevndu lærlingakvotuna á toski við tí endamáli at fáa fleiri ung inn í fiskivinnuna. Tað var í 2015, at Noreg setti í verk eina lærlingakvotu, og nú ynskir fiskivinnu-og matvøruráðharrin, at kvotan verður økt. 

 

Skipanin er, at ein lærlingur fær við sær eina kvotu, sum hevur eitt virði av 30.000 krónum umborð á tann bátin, har hann ella hon hava eitt lærupláss. Orsakað av prísgongdini á toski seinnu árini er toskakvotan fyri lærlingar minkað.

 

Men, nú verður kvotan so økt aftur, soleiðis at hon verður 2,1 tons av toski fyri hvønn lærling í mun til 1,6 tons, sum kvotan er nú.

 

Stóru toskakvoturnar í ár og ein størri partur av sonevndari triðjalandskvotu gera, at grundarlag nú er fyri at lata lærlingum meira tosk. - Hetta er ein vinna sum veksur, og okkum tørvar fleiri ung at velja fiskivinnuna. Tað eru hesi, sum skulu menna okkara fiskivinnu frameftir, sigur hann við kystmagasinet.no.

 

Norski fiskivinnu-og matvøruráðharrin, Odd Emil Ingebrigtsen, heldur, at lærlingakvotan hevur týdning fyri tilgongdina av ungum, sum vilja velja hesa vinnugrein.