Noreg hevur vígt tjóðskaparligt minnismerki á Utøya

Hákun krúnprinsur og Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri vóru við til vígsluna saman við fólkum, sum komu undan álopinum og avvarðandi

 

Savnsmynd frá 2011 vísir kvinnu, sum tveitir eina rósu á sjógv nærindis Utøya fyri at minnast offrini fyri álopið 22. juli. Noreg vígdi í dag eitt nýtt tjóðskaparligt minnismerki á Utøya fyri offrini fyri álopið 2011. Minnismerkið stendur við bryggjuna á fastlandinum út ímóti Utøya. Foto: Jonathan Nackstrand/Ritzau Scanpix

Noreg hevur í dag vígt ein tjóðskaparligan minnisvarða við Utøya fyri offrunum fyri álopið í 2011. Minnismerkið er bygt við bryggjuna á fastlandinum út móti oynni Utøya.

Minnismerki er 77 bronsusoylur – ein fyri hvønn av teimum 77 fólkunum, sum vórðu dripin við stjórnarbygningin í Oslo og á Utøya undir álopinum 22. juli í 2011.

Hákun krúnprinsur og Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, vóru við til vígsluna saman við fólkum, sum komu frá álopinum við lívinum, avvarðandi hjá teimum deyðu og bjargingarfólki.

Tónleikararnir Daniel Kvammen og Eva Weel Skram stóðu fyri tí tónleikaliga undir tiltakinum, sum arkitektavirkið Manthey Kula hevur sniðgivið.

Tann 22. juli verða tað 11 ár síðani, at Andres Breivik brast eina bumbu við stjórnarbygningin í Oslo og drap átta fólk. Síðani fór hann til Utøya, har hann skeyt og drap 69 onnur.

Offrini vóru serliga ung, sum vóru á summarlegu hjá ungmannafelagnum hjá norska Javnaðarflokkinum, AUF.

Bæði ungmannafelagið og Støttegruppen 22. juli hava leingi bíðað eftir at fáa eitt tjóðskaparligt minnisstað. Arbeiðið við at fáa hetta upp ápláss hevur verið merkt av stríði við grannalagið við Utøyabryggjuna, har minnismerkið er sett upp.

Nakrir grannar fóru í rættin fyri at steðga ætlanini, tí tey óttaðust, at tað vóru at vera traumatiserandi at fáa minnismerkið so nær við, men tey taptu málið í rættinum.

Tað var upprunaliga ætlanin, at minnismerkið skuldi verið vígt til tíggju ára haldi í fjør, men tað eydnaðist ikki.

/ritzau/NTB

 

Savnsmynd frá 2011 vísir kvinnu, sum tveitir eina rósu á sjógv nærindis Utøya fyri at minnast offrini fyri álopið 22. juli. Noreg vígdi í dag eitt nýtt tjóðskaparligt minnismerki á Utøya fyri offrini fyri álopið 2011. Minnismerkið stendur við bryggjuna á fastlandinum út ímóti Utøya. Foto: Jonathan Nackstrand/Ritzau Scanpix