Noreg: Leitingin er steðgað

Teir eru nú givnir at leita eftir einum manni í sjeytiárunum, sum er horvin í Oslofjørðinum.

Norska løgreglan eigur myndina av bátinum, sum varð funnin mannleysur í Oslofjørðinum í morgun.

Um 9-tíðina í morgun varð ein bátur funnin rekandi mannleysur í Oslofjørðinum. Skjótt varð leiting sett í verk eftir einum manni í sjeytiárunum.

 

Tá komið varð til bátin, lá telefonin hjá manninum í bátinum, og soleiðis varð skjótt funnið út av, hvør saknaði maðurin var.

 

Í dag fortaldi kona til saknaða mannin, at hon ikki hevði sæð hann síðan sunnukvøldið. Tey búgva í Tønsberg-økinum.

 

Stór leiting hevur verið í dag, men í kvøld upplýsir Sjóbjargingarstøðin í Suðurnoregi, at leitingin, sum tíverri hevur verið úrslitaleys, nú er steðgað.

 

- Avgerðin um at gevast at leita er tikin í samráð við løgregluna og avvarðandi, skrivar Sjóbjargingarstøðin á Tvitter.

 

Í gjár var leiting í Bergensfjørðinum, har ein bátur eisini varð sæddur rekandi mannleysur. Men, henda hendingin spældi tíbetur væl av.

 

Maðurin, sum hevði verið í bátinum í Bergensfjørðinum, var funnin á einari oyggj. Hann var kaldur, men hevði tað eftir umstøðunum gott.

 

In.fo skrivaði um hesar báðar hendingar í morgun, men nú er so greitt, at maðurin í Oslofjørðinum neyvan kemur afturíaftur, nú leitingin er steðgað.

 

 

 

 

 

Norska løgreglan eigur myndina av bátinum, sum varð funnin mannleysur í Oslofjørðinum í morgun.