Heimsmeistararnir úr Hollandi eru farnir úr HM kappingini longu í millumspælinum. Tað er greitt eftir tapið í móti Noreg upp á 34-37. Noreg fer víðari úr bólki 2 saman við Svøríki.
Noreg vann bólkin við níggju stigum framman fyri Svøríki við átta, meðan tey sjey stigini hjá Hollandi ikki vóru nóg mikið.
Fyrr í dag vann Svøríki sín síðsta dyst í millumspælinum 34-30 á Rumenia og legði seg harvið fyribils á odda við átta stigum.
Síðani var tað túrurin hjá Noreg og Hollandi, og tá bæði liðini høvdu sjey stig fyri dystin, skuldu tey spæla um at fara víðari saman við Svøríki til fjórðingsfinaluna.
Men í veruleikanum kundu Noreg og Holland spæla hvønn annan víðari og senda Svøríki úr kappingini, um tær spældu javnt og høvdu í minsta lagi 32 mál hvør.
Tað gjørdist ein málríkur dystur, og tað stóð móti endanum greitt, at ein javnleikur hevði sent Svøríki úr kappingini, men Noreg gjørdi alt fyri at vinna dystin og gav Svøríki fairplay.
Holland fekk annars eina sera góða byrjan á dystin og legði seg skjótt á odda 11-5, men javnt og samt fekk Noreg gongd á spælið og fór at eta forspringið innaftur.
Tað eydnaðist eisini at fáa javnt í fyrra hálvleiki, sum endaði 17-17.
Noreg tók momentum við í annan hálvleik, tá Noreg legði seg á odda við 24-20.
Men Holland vildi ikki tapa og minkaði um munin til 26-27. Síðani fylgdust liðini eina løtu, og Noreg skifti í millum at vera framman fyri við einum og tveimum málum.
Hendan rútman var brotin í síðstu minuttunum, tá Holland bæði rakti tvørtræið og stongina, og í staðin tryggjaði Noreg sær sigurin.
Í bólki 1 sigraði Frankaríki við 33-28 á Russlandi og vinnur harvið bólkin framman fyri júst russum.
Harvið er greitt, at Noreg møtir Russlandi í fjórðingsfinaluni, meðan Frankaríki skal bresta saman við Svøríki. Tað var longu greitt, at hinir dystirnir í fjórðingsfinaluni eru millum Danmark-Brasilia og Spania-Týskland.
/ritzau/