Noreg setir aftur nýtt met í smittu

Seinasta samdøgur eru skrásettir 1415 nýggir tilburðir við koronu í landinum.

 

 

 

1415 er enn eitt nýtt smittumet í Noregi - og 121 tilburðir fleiri enn í gjár, sum tá var nýtt smittumet.

 

Talið av smittaðum seinasta samdøgur er 594 fleiri enn miðaltalið seinastu sjey dagarnar sum er 821.

 

Í løtuni liggja 65 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu, harav 15 fáa viðgerð á intensivari deild.

 

Koronu-smittan er veksandi í 78 kommunum í Noregi í løtuni, og talið av deyðum er 814.