Noreg stongt sendistovuna í Damaskus

Norska stjórnin hevur gjørt av at lata landsins sendistovu í sýriska høvuðsstaðnum Damaskus aftur. Sambært uttanríkisráðharranum, Jonas Gahr Støre, er tað tann ótrygga støðan í Sýrialandi, sum er orsøkin til avgerðina.

Uttanríkisráðharrin legði afturat, at eitt starvfólk á donsku sendistovuni skal taka sær teimum norsku áhugamálunum, nú stendistovan er stongd.

Tað hevur verið sera ófriðarligt í Sýrialandi tað seinasta árið, og sambært sýriskum mannarættindafelagsskapum hava meiri enn 8.000 fólk latið lív í ófriðinum.