Noreg umhugsar at seta stik á markinum til Russland

Eitt høgt stik við markið hjá Noregi til Russland kann virka sum ein avbyrging, stendur í fráboðanini. Í Finnlandi eru tey longu í gongd.

Finnland hevur ætlanir um at seta upp 200 kilometrar av girðingum fram við 1.340 kilometra langa markinum hjá landinum til Russland. Nakað av stikinum er longu sett upp. (Savnsmynd) - Mynd: Lehtikuva/Reuters

Norska stjórnin hevur luftað tankar um at fáa eitt høgt stik sett upp við markið til Russland í Norðurnoregi.

Tað skrivar norska kringvarpið NRK.

Uppskotið kemur frá løgmálaráðharranum Emilie Menger Mehl, sum hevur fingið íblástur úr Finnlandi. Í Finnlandi eru tey í ferð við at seta upp 200 kilometrar av stiki fram við 1.340 kilometrar langa markinum hjá landinum til Russland.

- Marknagirðingin er øgiliga áhugaverd. Ikki bara tí, at tað kann virka sum avbyrging, men eisini tí, at hon hevur sensorar og tøkni, sum ger, at tú kanst uppdaga, um fólk flyta seg nærhendis markinum.

- Tað (eitt marknastik, red.) er eitt tiltak, sum kann gerast veruleiki - antin sum heild ella partar av markinum, sigur Emilie Menger Mehl við NRK.

Markið millum Noreg og Russland er slakar 200 kilometrar langt.

Norski løgmálaráðharrin, sum umboðar Miðflokkin, vitjaði í summar í Finnlandi. Her sá hon partar av finska marknahegninum.

Hugskotið um marknastik í Noregi er ikki heilt nýtt.

Norra bygdi í 2016 eitt 200 metrar langt hegn við Storskog-markið til Russland. Hetta hendi orsakað av stórum flóttafólkastreymi, sum í 2015 hevði millum annað við sær, at 5.000 fólk komu til Noregs úr Russlandi.

Emilie Menger Mehl sigur, at tey í dag hyggja at fleiri ymiskum átøkum.

- Tað kann snúgva seg um økta mannagongd, eftirlit við markinum og tiltøk við markið til Storskog fyri at kunna handfara virksemið, sigur hon.

Løgmálaráðfrúan fær stuðul frá Ellen Katrine Hættu, sum er løgreglustjóri í Finnmark-økinum í Norðurnoregi.

- Eg haldi, at tað eru nøkur støð fram við markinum, har vit væl kundu havt girðing. Uttan at eg kann fara inn á hvørji øki.

- Eg haldi, at tað verður ein avbyrging fyri fólk, sum vilja ferðast ólógliga inn í Noregs ella ólógliga úr Noregi til Russlands, sigur løgreglustjórin.

Uppskotið um norskt marknastik kemur hóast talið av ólógligum yvirgangi tykist at vera á einum sera lágum støði.

Í fjør upplýsti norska løgreglan, at tað hava verið tríggjar ólógligar ferðir um markið úr Noregi til Russlands, síðani kríggið í Ukraina brast á. Tað hendi seinast í februar 2022, tá russiskar herdeildir herjaðu á Ukraina.

 

/Ritzau/

 

Finnland hevur ætlanir um at seta upp 200 kilometrar av girðingum fram við 1.340 kilometra langa markinum hjá landinum til Russland. Nakað av stikinum er longu sett upp. (Savnsmynd) - Mynd: Lehtikuva/Reuters