Noreg varð blást av vøllinum

Tað kókaði millum áskoðararnar, tá ið Kroatia vann 32-28 ímóti Nreg

Tað hilnaðist ikki væl hjá Svøríki og Noreg í EM endaspælinum í hondbólti idag. Fyrst tapti Svørík greitt ímóti Fraklandi, og so legði Noreg rygg til 32-28 tap ímóti Kroatia.

 

Tað kókaði av álvara millum áskoðararnar, tá ið kroatiska heimaliðið eftir tveir lítið sannførandi dystir loksins vísti avrik, sum boðaði frá, at Kroatia framvegis skal roknast millum tey liðini, ið kunnu røkka í hálvfinaluna og harvið næsta vikuskiftið fara at spæla um heiðursmerkini.

 

At Noreg tapti vil ikki siga tað sama, sum at møguleikin hjá norðmonnum at vinna seg í hálvfinaluna er burtur.

Frakland er stórur favorittur at vinna bólkin og harvið at kvalifisera seg at spæla hálvfinalu. Hitt hálvfinaluplássið verður avgjørt í kapping millum Kroatia, Svøríki og Noreg.

At Kroatia bara hevur eftir at spæla ímóti Fraklandi ber við sær, at tað framvegis er møguleiki fyri, at kroatarnir kunnu kiksa í royndini at vinna seg í hálvfinaluna.

 

Í kvøld vístu bæði liðini fínt spæl. Trupulleikin hjá norðmonnum var fyrst og fremst, at teirra málverjar ikki vóru so stinnir sum teir hjá mótstøðuliðnum. Og so riggaði skjóta álopsspælið ikki so væl í seinna hálvleiki, sum tað hevur gjørt fyrr í kappingini.

 

Næstu dystirnir í bólki 1 í miðumfarinum:

Mánakvøldið

Serbia – Frakland kl. 17.15

Svøríki – Hvitarussland kl. 19.30

 

Støðan

1

Frakland

3

3

0

0

87:73

6

2

Kroatia

4

3

0

1

120:108

6

3

Noreg

4

2

0

2

124:119

4

4

Svøríki

3

2

0

1

82:79

4

5

Hvítarussland

3

0

0

3

76:90

0

6

Serbía

3

0

0

3

74:94

0