Nornan spinnur á toppinum

Tvær føroyskar krimibøkur eru á næstu plássunum

Nú tað er tollaksmessudagur, og síðstu jólagávurnar verða keyptar, eru tað skaldsøgur, ið eru ovast á listanum yvir bøkur, ið størsta bólkasølan, Rit og Rák í SMS, selur.

 

Mestselda bókin í løtuni er Nornan spinnur hjá Sólrún Michelsen. Fyrr í heyst varð Fáur fær tráðin heilt slættan útgivin, og hon varð útseld. Nornan spinnur er útgáva við øllum trimum bindunum í familjusøguni, sum Sólrún Michelsen hevur útgivið seinastu trý árini – Ein táttur er silvur, Ein annar er gull og so Eingin fær tráðin heilt slættan.

 

Á næstu plássunum í hesi vikuni eru føroysku krimisøgurnar Nivlheimur og List.

 

Ta fyrru hevur Jógvan Isaksen skrivað. Hann er kendur og nógv lisin krimihøvundur.

 

Ta seinnu hevur Eyðun Klakstein skrivað. Hetta er fyrsta skaldsøgan hjá honum.

 

Á næstu plássunum í hesi vikuni eru Skakandi tilburðir 16, Kristian Djurhuus og Føroyar í andgletti.

 

Skakandi tilburðir 16 hevur John S. Myllhamar skrivað. Talan er um frásagnir frá serligum upplivingum.

 

Kristian Djurhuus hevur Óli Jacobsen skrivað. Talan er um fyrsta part um lívssøguna hjá havnarmanninum, sum varð sýslumaður í Suðuroy og seinni løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgmaður. Hetta bindið snýr seg um tíðina fram til 1940.

 

Føroyar í andgletti hevur Jógvan Arge skrivað. Hetta er sjeynda bind í krýnikuni hjá útvarpsmanninum, sum í meiri enn eina hálva øld hevur eygleitt og útvarpað tíðindi og ítrótt, og sum í útvarpinum hevur skrivað, lagt til rættis og skipað fyri einari ørgrynnu av mentanarsendingum. Heitið á hesum bindinum er Føroyar í andgletti.

 

Jógvan mundi vera tann fyrsti at geva bók út í heyst, og bókin lá í nógvar vikur ovast á listanum. Um innihaldið sigur Jógvan Arge millum annað soleiðis:

 

Høvuðsleiklutirnar spæla Pauli Ellefsen, Atli Dam, Jógvan Sundstein og eisini Adolf Hansen, Niels Pauli Danielsen og Lasse Klein. Teir settu sín dám á áttatiárini saman við mongum øðrum - eitt nú Carl Johansen, Ingeborg Vinther, Poul Mohr og Oddfríði Gregersen.

 

Innihaldið er um sumt av tí, sum gekk fyri seg í áttatiárunum og inn í nítiárini og heitið á bókini sipar til, sum hini bindini av krýnikini eisini hava gjørt, heiti á sendingum, sum í síni tíð vóru í Útvarpi Føroya.

 

Hinar bøkurnar á topp tíggju listanum hjá Rit og Rák, sum er størsta bókasøla í Føroyum, eru Vatnanøvn í Føroyum, Sluppin, Jólagrísurin og Dias á Heyggi og samtíð hansara.

 

Vatnanøvn í Føroyum hevur Eivind Weyhe skrivað.

 

Sluppin hevur Sune Joensen skrivað.

 

Jólagrísurin er barnabók eftir J. K. Rowling, sum Bergur Rasmussen hevur umsett.

 

Dias á Heyggi er ævisøga um skiparan, vinnulívsmannin og samkomumannin Dias á Heyggi í Vági, sum bygdarmaður hansara Absalon Absalonsen hevur skrivað.