Verkfall
Ein avleiðing av verkfallinum í handilsflotanum kann gerast, at nýggja Norrøna kemur til Føroya fyrstu ferð undir fremmandum flaggi.
Jóannes á Váli, stjóri á Smyril Line, sigur við Sosialin, at verður verkfallið ikki av, áðrenn Norrnøna fer úr Lübeck fyrsta túrin til Føroya, er ein møguleiki, at hon verður skrásett undir øðrum flaggi enn tí føroyska.
?Handan møguleikan hava vit hugsað um, og hann kann gerast aktuellur, sigur Jóannes á Váli.
Hann sigur, at málið er koritni ikki avgjørt enn. Tað fer at verða viðgjørt í vikuni. Og fleiri møguleikar fara ivaleyst at koma upp at venda, sigur hann.
Ein møguleiki, hann nevnir, er at eitt nú Skipara- og Navigatørfelagið fer at geva undantaksloyvi til at Norrøna sleppur at sigla, hóast verkfall er millum yvirmenninar á brúnni.
Men tann møguleika dugir formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørgelagn, Ellintur Abrahamsen, ikki at síggja sum veruligan.
?Vit hava ikki viðgjørt nakað sovorðið, sigur Ellintur Abrahamsen. Men eg dugi iki at síggja, at Norrøna kann fara at fáa nakað undantaksloyvi fram um onnur skip.
Ellintur Abrahamsen sigur, at hann vónar inniliga, at verkfallið ikki verður drúgt. Men sum støðan er í løtuni stendur púra fast. Einki samband er millum partarnar, sigur hann.
Skipara- og Navigatørfelagið kravdi lønarhækkan svarandi til leingjan av arbeiðstíðini frá tíggju til tólv tímar. Eisini kravdi felagið eina størri hækking fyri nýggju Norrønu og tveir frídagar afurat.
?Eg skilti tað soleiðis, at Reiðarafelagið fyri farmaskip ikki vildi avvísa hetta, tá vit skiltust og høvdu avtalað at møtast aftur. Men morgunin eftir varð alt avvíst, sigur Ellintur Abrahamsen.
Hann ásannar, at tað kann gott vera, at skipini flagga út.
?Men verður tað úrslitið, er tað ikki okkara avgerð, vísir hann á. Men eg havi sagt fyrr, og sigi tað enn, at hendir tað, verða limirnir hjá okkum bara betri fyri skattaliga, enn teir eru í dag.