Undirritaði var við Norrønu á fyrsta túrinum til Hirtshals í ferðalagi við www.sandportal.fo
Umleið 700 ferðafólk vóru við hendan søguliga túrin. Spennandi var at koma inn í Hirtshals-Havn og síggja hvussu skipið háttaði sær í eini fremmandari havn - tað gekk sum eftir ánni, hóast skiparin einans hevur roynt havnina í einum simulatori.
Onkur av teimum, sum stóðu og eygleiddi innsiglingina í havnalagnum segði, at hetta var ein elegant manøvring. Á heimasíðuni hjá Hirtshals-Havn er skrivað um fyrstu innsiglingina hjá Norrønu: “Smyril Lines færge M/F “Norrøna” klarede sit første anløb til topkarakter, og ankomsten af M/F “Norrøna” var en stor begivenhed.”
Skrivar søgu
Hóskvøldið 30. september kl. 21.00 skrivaði Smyril Line og Norrøna søgu. Tá setti Norrøna fyri fyrstu ferð, nakrantíð, kós úr Tórshavn til Hirtshals. Norrøna fór framvið Molanum í Havn hóskvøldið 30. septemeber kl.21.17 við kós móti Hirtshals, og leygarmorgunin 02. oktober kl.10.12 kom hon framvið Vestmolen í Hirtshals. Fólk og bilar stóðu runt um í havnalagnum og veittraðu við føroyska merkinum. Tá Norrøna kom inn um Vestmolan heilsaði skiparin við skipsfloytuni nakrar ferðir, og síðani heilsaðu allir bilarnir við floytunum – ein lívlig og hjartalig móttøka á kajuni í Hirtshals.
Í meira enn 20 ár hevur Smyril Line havt eitt avbera gott ferðamannasamstarv við Hanstholm-Havn. Hetta samstarvið steðgar nú, til fyrimuns fyri Hirtshals-Havn
Hetta er ikki ein fyribilsloysn, men Norrøna kemur at sigla til Hirtshals allar árstíðirnar. Um summarið kemur hon at sigla tvær ferðir um vikuna millum Tórshavn og Hirtshals.
Skiparin á fyrsta túrinum var Hendrik Hammer, sum er sonur ein av pionerunum til Norrøna-ævintýrið, Óla Hammer. Abbi hansara, Hendrik Hammer, sum ungi skiparin er uppkallaður eftir, var eisini ferðafólkaskipari – so hetta at føra skip liggur heilt vist í genunum.
Tá Norrøna hevði lagt til rampan, varð gjørt klárt hjá fólki og bilum at fara í land. Enn er eingin móttøkuhøll við ferðafólkalandgongd, har Norrøna leggur til, men hesi viðurskifti verða í lagi um ikki so langa tíð. Á heimasíðuni hjá Hirtshals-Havn er skrivað, at avtalan vid Smyril Line hevur framskunda arbeiði at betra um móttøkuviðurskiftini, sum verða gjørd liðug skjótast gjørligt.
Móttøka
Kl. 12.30 var móttøka umborð fyri innbodnum. www. Sandportal.fo var við til móttøkuna. Hovmeistarin á Norrønu hevði sett Naust Lounge, á dekk 6, av til móttøkuna. Har var borðreitt við fleiri sløgum av pinnamati, m.a. skerpikjøti á pinni.
Umboð fyri Hirtshals-Havn og umboð fyri Hjørring kommunu, sum Hirtshals er ein partur av, vóru til móttøkuna, og somuleiðis ymisk umboð fyri vinnulívið í býnum. Høvuðsumboðið fyri Hjørring kommunu var Knud Størup, fyrrverandi borgarstjóri í Hirtshals.
Skiparin, Hendrik Hammer, bjóðaði øllum vælkomnum og úttrykti ynski um, at hetta má vera byrjanin til eitt gott samarbeiði.
Síðani tók Knud Størup orði. Hann hevur verið borgarstjóri í Hirtshals í 28 ár og hevur sitið í býráðnum stóra partin av sínum arbeiðslívi. Knud Størup er ein sannur Føroyavinur og heldur nógv av føroyingunum, sum búgva í Hirtshals. Hann segði, at hetta samarbeiði skuldi veri komið fyri nógvum árum síðani.
Tað er eingin ivi um, at vinnulívið og myndugleikarnir í Hirtshals síggja nýggja samstarvið við Smyril Line at hava ein týðandi og mennandi virkning á eina av størstu vinnulívshavnunum í Norður Jyllandi, nevniliga Hirtshals. “Norrøna-sambandi kemur at gera Hirtshals-Havn til eitt enn týdningarmiklari snúningspunkt fyri fólka- og góðsflutning millum Noreg, Føroyar og Ísland,” segdi Knud Størup.
Ferjureiðaríini, sum sigla frammanundan upp á Hirtshals, síggja ikki Norrønu sum ein konkurent, men heldur sum ein samstarvsfelaga í góðsflutningi, og av tí at bædi Color Line og Fjord Line sigla millum Hirtshals og Noreg, verður ferðafólkaflutningurin millum Føroyar og Noreg eisini betri, sigur fyrrverandi borgarstjórin. Hetta kemur væl við fyri føroyingar, nú Norrøna gavst at sigla uppá Bergen.
Í eini samrøðu, sum undirritaði hevði við Knud Størup, vegna Sandportal, rósti hann føroyingum í Hirtshals, tá hann segði, at føroyingar hava eina stóra vitan um fiskiskap og fiskivinnu, sum vit í Hirtshals hava notið gott av seinastu 50 árini. Fyrrverandi borgarastjórin í Hirtshals nevndi eisini reiðaran og vinnulívsmannin, Ejler Jacobsen, sum við sildaveiðuni í seksti-árunum, legði lunnar undir vinnuliga samarbeiði millum Føroyar og Hirtshals, viðmerkti fyrrverandi borgarstjórin.
Spurdur um Norrøna kemur at hava týdning fyri handilslívið í Hirtshals, segði hann, at tað kom tað heilt avgjørt at hava, og at tað ger einki, at Norrøna bara liggur 6 tímar í Hirtshals, tí so hevur ferðafólkið ikki stundir at fara aðrastaðni at handla, segði fyrrverandi borgarstjórin skemtandi.
Fyrimunir við Hirtshals
Tað eru mong, sum gleða seg til hetta nýggja ferðasambandi, tí einki er at ivast í, at tað er lætt og skjótt at koma til og frá í Hirtshals. Har gongur motorvegurin E39 oman í havnalagið, og har er sera gott toksamband frá og til.
Tá bilar koma í land av Norrønu í Hirtshals, so eru teir longu á motorvegnum, eftir at hava koyrt einar tveir minuttir, og tú kann næstan við tað sama halda eini ferð uppá ávikavist 110 og 130 km/t suður ígjøgnum alt Jylland.
Eitt av størstu trafikcentrunum í Danmark verður í hesum døgum reist í Hirtshals, har sum motorvegurin byrjar. Tað eru føroyingar í Hirtshals, sum tóku fyrsta stigið til centrið og eiga stóran part í felagnum. Hetta nýggja centrið verður ein miðdepil bæði fyri trailara- og persónbilaferðsluna, bæði frá og til Norrønu. Har er bensin- og diezelsøla, tollavgreiðsla, vaskimaskinur til trailarar og persónbilar, handlar, kaféir og restauratíónir. Centrið liggur beint við motorvegin, einans 3. minuttir frá Norrønu.
Teir størstu handilsbýirnir í Jyllandi liggja ikki langt frá Hirtshals, tá tað einans er ein knappur tími millum Hirtshals og Aalborg og umleið 2 tímar til Århus. Eisini er lætt og skjótt at koma til Frederikshavn og Skagen, sum eru tveir sera hugnaligir danskir býir. Í Hjørring, sum liggur einans 20. minuttir frá Hirtshals, liggur ein hugnalig og rík gongugøta, har eisini nýggja handilsmiðstøðin er, sum kallast Metropol. Tad er gott toksamband millum Hjørring og Hirtshals.
Miðbýurin í Hirtshals
Men tá alt hetta er sagt, so nýtist einum tó ikki at brúka tíð til koyring, tí ein kann fara beinleiðis niðan í miðbýin í Hirtshals og njóta handilslívið í hugnaligu gongugøtuni, sum eisini bjóðar teimum vitjandi hugnaligar restauratiónir, pizza- og vanligar kaféir. Tað er í Hirtshals, at tað stóra Norðsjóarcentrið liggur, einans 10. minuttir at ganga frá Norrønu. Norðsjóarcentrið er ein uppliving bæði fyri børn og vaksin, og ikki minst fyri familjuna, har ein kann síggja og kunna seg um alskins sløg av t.d. pelagiskum fiskasløgum. Stórur partur av Norðsjóarcentrinum brendi í grund fyri 7 árum síðani. Tað tók drúgva tíð at byggja uppaftur, við tí úrsliti, at í dag er talan um eitt “nýtt” Norðsjóarcentur.
Nú Norrøna er farin at sigla til Hirtshals, kunnu føroyingar nógv lættari njóta tann allar norðasta partin av Danmark, sum norðurjydar kalla: Toppen af Danmark!!!!