Norsk F-35 flogfør róku russisk stríðsflogfør burtur

- Í slíkum føri verða fremmandu flogførini eyðmerkt og skjalfest, og syrgt verður fyri, at tey ikki sleppa inn í norskt loftrúm, sigur norska verjan.

Tey bæði russisku stríðsflogførini, sum nærkaðust norskum loftrúmi í dag. Myndina eigur norska verjan.

Tvey norsk F-35 stríðsflogfør vórðu í morgun send avstað, eftir at tvey russisk stríðsflogfør í altjóða loftrúmi nærkaðust norskum loftrúmi.

 

Tað veit norska Tv2 at siga í dag, og tað er norska verjan, sum er kelda.

 

Norsku F-35 flogførini fóru avstað av Evenes flogstøðini sum eitt sonevnt Nato Quick Reaction Alert-átak, sigur norska verjan í dag.

 

Russisku stríðsflogførini vóru av sløgunum, SU-24 og MiG-31.

 

Undir einum Quick Reaction Alert-átaki finna norsku F-35 flogførini ókendu flogførini.

 

- Stríðsflogførini verða eyðmerkt og skjalfest, eins og syrgt verður fyri, at tey ikki sleppa inn í norskt loftrúm, sigur norska verjan.

 

Hendingin fór fram í morgun klokkan 10.45, lokala tíð.

 

 

 

Tey bæði russisku stríðsflogførini, sum nærkaðust norskum loftrúmi í dag. Myndina eigur norska verjan.