Norsk kirkja bjóðar drop-in-dóp

Norska kirkjan endurtekur í ár eitt serligt til tak, sum skal gera, at fleiri verða doypt

 

Hon bjóðar sokallaðan drop-in-dóp, skrivar NTB.

Tað hevur við sær, at tað komandi vikurnar verða fleiri møguleikar fyri, at fólk kunnu leggja leiðina fram við eini kirkju og verða doypt, uttan at tað verður gjørt við eitt stórt hátíðarhald.

Drop-in-dópur sum hugtak sá dagsins ljóðs í 2015.

– Nógv virðismeta tað einfalda í einum drop-in-dópi. Samstundis upplvia tay tað sum hátíðarligt og týðandi at doypast.

– Fleiri siga frá, at tey leingi hava hugsað um at doypast og halda gáttina verða lægri, tá tað verður gjørt við einum drop-in-dópi, sigur Kristin Gunleiksrud Raaum, kirkjuráðsforkvinna.

Tað verða 80 ymisk drop-in-dóp-tiltøk næstu vikurnar. Tá ein meinigheit heldur slíkt tiltak, kunnu fólk møta upp uttan at avtalu um at verða doypt.

/ritzau/