Norsk kvinna setti egið met

- Hetta tóktist óveruligt. Toskurin var heilar 138 sentimetrar langur, sigur 67 ára gamla kvinnan, Torunn Handeland, sum hevur tikið lut í fleiri fiskikappingum.

 

Hendan 67 ára gamla kvinnan, Torunn Handeland, setti egið met, tá hon um dagarnar fekk metstóran tosk, sum vigaði ikki minni enn 35 kilo - ella heili 70 pund.

Tað var við Sørøya í Finnmørkini, at toskurin kom í hús.

- Hetta tóktist óveruligt. Toskurin var 138 sentimetrar langur. So, fólk máttu hjálpa mær við at fáa hann inn í bátin, sigur hon við VG.

Pensjóneraða kvinnan sigur, at hon elskar at fiska, og brosandi leggur hon aftrat, at hon áður hevur verið rópt "havfiskedronningen".

- Jú, eg fiski ógvuliga nógv, men tað eru ikki so nógvar kvinnur, sum hava fingið tosk - ella "skrei", sum norðmenn rópa henda fiskin um várið - á 35 kilo.

Torunn Handeland hevur fiskað, síðan hon var ein smágenta, og hon hevur verið við í fiskikappingum í 25 ár. Í sínum arbeiðslívi var hon lærari í Stange.

##med2##