Grindadrápi í Havnini hevur vakt ans uttanlands, og norska djóraverndarfelagið mótmælir í dag føroysku siðvenjuni, sum tey halda gevur djórunum óneyðuga strongd.
-Tá eg síggi slíkar myndir óttist eg fyri hvussu djórini uppliva hendingina. Djórini vera í flokki førd inn til lands, og tað er helst ótrúliga strævið fyri djórini, sigur Linda Rognli við VG nett í kvøld.
Norska blaðið skrivar um elligomlu føroysku siðvenjuna í kjalarvørrinum av grindadrápinum, sum var í Havn í gjár.
-Tá ið so nógv djór vera dripin óttast vit fyri hvussu hetta ávirkar djórini, sum sleppa livandi frá hendingini, sigur hon við norsku heimasíðuna.
Norska heimasíðan skrivar eisini undir myndini til greinina (sum eisini er her á portalinum), at orðatakið at vera útsettur fyri grindadrápi mangan verður nýtt, tá ið fólk kenna seg slaktaðan, og sambært blaðnum vísur myndin hví hetta orðatakið verður nýtt soleiðis.
Les alla greinina her: www.vg.no/nyheter/innenriks/artikkel.php