Sonja drotning av Noreg er sjúkrameldað í eina viku vegna hjartaflimmer og hjartasvik, upplýsir norska kongshúsið. Mynd: Lise åserud/Ritzau Scanpix

Norska drotningin sjúkrameldað við hjartatrupulleikum

Sonja drotning av Noreg er sjúkrameldað í eina viku vegna hjartatrupulleikar.

Sonja drotning av Noreg er sjúkrameldað í eina viku vegna hjartaflimmer og hjartasvik, upplýsir norska kongshúsið. Mynd: Lise åserud/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir norska kongshúsið í tíðindaskrivi í dag.

Sambært norska kongshúsinum hevur 88 ára gamla drotningin brúk fyri hvíld og tillaging av heilivágnum.

Drotningin hevur fyrr í dag verið til kanningar á Rikshospitalet í Oslo, men verður ikki innløgd.

Í staðin fer hon at halda seg heima undir sjúkrameldingini.

Kongshúsið upplýsir samstundis, at drotningin er við góðum treysti.