Norska løgreglan heldur fleiri vóru við í skottilburðinum

– Vit eru við at kortleggja, hvaðani vápnini komu. Kanska var onkur við í at leggja til rættis, sigur PST stjórin.

 

Fólk hava lagt blómur og pride-fløgg eftir skottilburðin leygarnáttina uttan fyri London Pub í miðbýnum í Oslo. Undir skottilburðinum doyðu tveir mans og 21 fólk vórðu særd. - Foto: Javad Parsa/Ritzau Scanpix

Í Noreg heldur fregnartænastan hjá løgregluni, PST, at fleiri fólk kunnu hava verið uppi í álopinum á náttklubbar leygarnáttina.

Ein 43 ára gamal maður, sum er skuldsettur fyri yvirgang eftir álopið, vil einki siga.

Undir álopinum doyðu tveir mans, annar í fimmtiárunum, og hin í sekstiárunum. Og 21 onnur fólk fingu skaða.

– Vit halda, at fleiri fólk vóru við í álopinum, sigur PST stjórin Roger Berg við NTB.

Hann leggur afturat, at PST hevur kikaran vendan ímóti ávísum persónum, men vil ikki siga meira um smálutirnar í málinum. 

PST-stjórin nevnir tó, at onkur kanska hevur hjálpt mistonkta at fáa vápn.

– Vit eru við at kortleggja, hvaðani vápini eru komin. Kanska var onkur við til at leggja til rættis, sigur Berg.

Hann ger greitt, at fregnartænastan samstundis hevur fokus á, at tað kunnu kom fleiri álop.

Í gjár vóru høvdu 116 vitni verið avhoyrd. Minst líka nógv próvtilfar, harundir video, var gjøgnum gingið.

Berg sigur, at tað kunnu koma fleiri handtøkur, og at PST heldur fast um metingin um, at tað snýr seg um eitt isalmistiskt yvirgangsálop.

Á tíðindafundi í dag var millum annað boðað frá, at metingin um yvirgangshóttina í Noreg er lækkað til ta næsthægstu.

Løgreglustjórin Benedicte Bjørnland sigur í eini áheitan til fólki, at øll eiga at royna at liva eitt vanligt lív.

Tó skulu landsins borgarar í framtíðini kanska venja seg við at síggja alvápnað løgreglufólk á gøtuni, verður sagt.

Roger Berg vónar, at tey skjótt kunnu fáa hóttanarstøði enn longur niður.

– Fólk skulu liva sítt vanliga lív, ansa eftir og siga frá, tí ið ikki er normalt, sigur hann og leggur dent á, at gerandisdagur skal vera sum vant.

/ritzau/NTB

 

Fólk hava lagt blómur og pride-fløgg eftir skottilburðin leygarnáttina uttan fyri London Pub í miðbýnum í Oslo. Undir skottilburðinum doyðu tveir mans og 21 fólk vórðu særd. - Foto: Javad Parsa/Ritzau Scanpix